Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin
    Alt bendir á, at 34 ára gamli Múte Bourup Egede úr IA gerst næsti landsstýrisformaður í Grønlandi. Men hvussu vil tað ávirka grønlendskan politikk?
    Vit tosa við Trine Juncher Jørgensen, redaktør á Sermitsiaq.
    Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum gevur landssstýrismanninum heimild at samráðast við donsku stjórnina um eitt "nøktandi úrslit" í radaramálinum.´Men hvat er eitt "nøktandi úrslit", og hava vit yvirhøvur rætt at krevja nakað afturfyri eina felags verju?
    54 min
  • Breddin
    Stórar upphæddir eru fluttar millum feløg í Framherja-samtakinum í Føroyum og feløg hjá Samherja á Kypros. Og ábendingar eru eisini um, at føroyska felagið Framherji er stýrt úr Íslandi - í stríð við føroyska fiskivinnulóggávu.
    54 min
  • Breddin
    Landstingsval er í Grønlandi í dag. Tilsamans 41.041 fólk hava valrætt, og skulu tey velja 31 fólk í landstingið. 189 valevni bjóða seg fram.
    Sjey flokkar eru at velja ímillum - teir eru Siumut, Inuit Ataqatiggit, Demokraatit, Naleraq, Nunatta Qitornai, Atassut og nýggi Samstarvsflokkurin Suleqatigiissitsisut, ið fyrstu ferð stillaði upp á landstingsvalinum í 2018.
    52 min
  • Breddin
    Í gjár fall dómur í einum av størstu málinum um kynsliga misnýtslu í Føroyum.
    Ein 42 ára gamal maður bleiv dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir í hálvt triðja ár frá 2017 til desember 2019.
    Dómurin er munandi stytri enn tey átta árini, sum ákæruvaldið kravdi.
    Men hví er so stórur munur á kravinum hjá ákæruvaldinum og dóminum?
    Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, vitjar í útvarpsstovuni, og tingmennirnir Aksel V. Johannesen og Christian Andreasen kjakast um revsilógina.
    53 min
  • Breddin
    Ein minuttur og átjan sekund av upptøku, sum elvdu til at Føroyar knappliga komu í altjóða miðlar.
    Nærum hálvtannað ár hava partarnir bíða eftir at royna málið í rættinum, men tveir dagar áðrenn Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og Kringvarp Føroya skuldu í rættin, valdi Umhvørvis- og Vinnumálaráðið at sleppa málinum um fútabann.
    Nógv rok hevur verið um upptøkuna, sum landsstýrið legði fútabann á. Tí kom upptøkan ólógliga til vega? Og var fútabannið brot á tælufrælsi og pressufrælsi?
    54 min
  • Breddin
    120 børn í Føroyum eru umsorganaryvirtikin í Føroyu. Tað vil siga, at tey eru fjernað frá foreldrunum.
    Upplýsingarnir vaktu ans í tinginum í gjár, og meiningarnar eru ymiskar, um tað er ov nógv ella ov fá.
    Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, og Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vitja í útvarpsstovuni, og tosa vit eisini við Annu Dam, løgfrøðing í Barnaverndarstovuni.
    Sjálvstýri uttan formann
    50 min
  • Breddin
    Tað kemur javnan fyri, at føroyskir borgarar verða sendir av landinum at sita í varðhaldi, tí umstøðurnar eru ikki nóg góðar í Føroyum.
    - Hetta er ein sera stórur trupulleiki og eitt tekin um,  at fongsulsviðurskiftini í Føroyum eru ikki nøktandi, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International Føroyum.
    Umframt Katrin á Neystabø tosa vit við Jógvan Páll Lassen, advokat, Heðin Askham, virkandi deildarleiðari í Arrestini, og Michael Boolsen, fúta.
    Bústaðarpakkin
    53 min
  • Breddin
    Er Norðurlandaráðið bert ein kaffiklubbi við ongari ávirkan, ella er tað eitt meiningsfult samstarv tvørtur um landamark?
    Vit nýta Norðurlandadagin í dag sum høvi at hyggja nærri at norðurlendska samstarvinum, og hvønn týdning tað hevur fyri okkum. 
    Vit tosa við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum,  Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna felagnum, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í norðurlandamálum. 
    Písk ella gularót
    55 min
  • Breddin
    Tvey evni eru á breddanum í dag.
    Várfrágreiðing hjá Búskaparráðnum
    Búskaparráðið legði várfrágreiðingina fram í dag. Í frágreiðingini stendur millum annað, at ferðavinnan í løtuni siglir í tungum sjógvi, og tí hevur brúk fyri einum hjálparpakka.
    51 min
  • Breddin
    Trý evni eru í Breddanum í dag.
    Summarið 2021
    Tað dregur út at koppseta føroyingar fyri koronu. Kanska verða vit ikki øll koppsett á jóansøku, sum ætlanin hevur verið.
    Merkir tað, at summarið 2021 er í vanda, nú koppsetingin ikki gongur so skjótt sum ætlað? Og hvussu verður við festivalum og tiltøkum í summar? Fleiri festivalar kunngera longu nú nøvn, sum skulu á pall í summar Ber tað til at skipa fyri einum festivali undir so óstøðugum viðurskiftum?
    47 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners