Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Paul McCartney og John Lennon hittust fyrstu ferð
    Tað var dagin í dag , 6. juli, fyri 55 árum síðani, at Poul McCartney og John Lennon hittust við ein kirkjubasar í Liverpool. Og tað gjørdist í veruleikanum spírin til The Beatles. Kári Sólstein hevur beatles-kennaran, Suna Merkistein, í útvarpsstovuni.
    10 min
  • Skulu prestar trúgva á Gud?
    Hvussu er tilgongdin, tá prestur verður settur í starv? Verður hann spurdur, um hann trýr á Gud?
     
    Hoyr samrøðuna, sum Kári Sólstein hevði við Jógvan Fríðriksson, biskup, í morgunsendingini.
    28 min
  • Upplivingargarður á Selatrað
    Seinnapartin í dag verður móttøka á Selatrað, í sambandi við at skótadepilin fær stórfingnu gávuna frá Bakkafrosti. Ætlanin er at at gera ein upplivingargarð.
     
    Magni Laksáfoss var gestur í morgunsendingini.
    9 min
  • 10.000 ferðafólk í Mykinesi um árið
    Mykines er væl umtókt ferðamál, bæði hjá føroyingum og útlendingum. Umleið 10.000 ferðafólk eru í Mykinesi um árið.
    Í løtuni verður grivið út fyri einum listasavni, sum skal hýsa málningum hjá kenda málaranum, S. J. Mikines, og har verður eisini møguleiki at gista.
    Kári Sólstein hevur verið í Mykinesi, og í morgunsendingini hitti hann m.o. Kathrinu Johannesen, lærara, og Esbern í Eyðansstovu, bónda.
    15 min
  • Viðmerkjari: Óvæntað at Italia kom í finaluna
    Nú er greitt, at Spania og Italia skulu spæla finaludystin í EM-kappingini, sum hevur verið í Póllandi og Ukreina seinastu vikurnar.
    Kári Annand Berg gjørdi viðmerkingar til EM-kappingina í morgunsendingini. Hann sigur, at tað alla tíðina var greitt, at Spania fór at sleppa í finaluna, men tað var óvæntað, at Italia skuldi koma so langt.
    11 min
  • Kann gerast dýrt at reika á netinum
    Alt fleiri fáa sær iphone ella smartphone, men tað kann verða dýrt at nýta allar samskiftismøguleikarnar á hesi telefonini uttanlands. Føroya Tele veit fleiri dømi um, at viðskiftafólk eru vorðin ovfarin av rokningini.
     
    Jan Mortensen, privatkundastjóri á Føroya Tele, var gestur í morgunsendingini, og hann gav eisini ráð.
    12 min
  • Handilsskúlanæmingar egnan pisudag
    Tey, sum taka hægri handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla, fáa nú eisini sín pisudag.
    Í ár fáa 89 HH-studentar og 93 FHS'arar prógv, og seinnaparin í morgin verður skipað fyri hátíðarhaldi í Grasagarði í Havn, har Guðrun Rógvadóttir fer at halda røðu.
     
    Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla, og Filip M. Hammer vóru gestir í morgunsendingini.
    11 min
  • Mourits Mohr kemur heim
    Hvør minnist ikki stuttligu søgurnar um Læars og Annelenu?
     
    Sunnudagin verður skipað fyri hátíðarhaldi heima á Sandi, í sambandi við at arvingarnir eftir Mourits Mohr hava latið Sand bygd alt tilfarið, sum hann legði úr hondum.
    Hoyr samrøðu við Brand Sandoy, borgarstjóra á Sandi, í morgunsendingini.
    10 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners