Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun
    Týskvøldið verður Losjan í Gøtu ramma um nakað so forkunnugt sum sjónleik á teknmáli. Vit tosa við Riu Tórgarð, sum hevur leikstjórnað, og Meifríð Hansen, ið fer á leikpall fyri fyrstu ferð.
    Agnieszka Ryfka úr Póllandi er ein av teimum, sum fekk prógv sum námsfrøðingur í síðstu viku, tá ið prógvini vóru handað á Fróðskaparsetrinum. Tað eru bara seks ár síðan, at hon kom til Føroya og fór at læra seg føroyskt, og nú stóð hon so skrivligu og munnligu royndina við einum 10-tali. Vit hitta Agnieszku.
    55 min
  • Summarmorgun
    Suðuroyarbólkurin Starlight, sum varð stovnaður í 1979, letur í dag úr hondum sína fyrstu heildarútgávu. Vit tosa við bólkin og hoyra sangir úr nýggju útgávuni.
    VoxBotn verður leygardagin. Og saman við Rúna Djurhuus, fyriskipara, fregnist vit um konsertdagin.
    Vit fregnast eisini hjá Fionu Parker, nú 45 ungir hornblásarar savnast í Skálavík um vikuskiftið.
    55 min
  • Summarmorgun
    Um vikuskiftið hevur Føroya Symfoniorkestur við solisti konsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Hátúni í Havn.
    Vit skifta orð um konsertirnar við Hans Petur í Brekkunum, stjóra í Føroya Symfoniorkestri, og Kristinu á Váli, ið er solistur.
    Fólk hava ikki búð í Múla hesumegin túsundáraskiftið, men í summar eru eini hjún fyribils flutt aftur til bygdina.
    Vit hava verið á gátt, har vit hittu Lailu í Garðinum, sum hevur ættarbond í Múla, og mannin, Niklas í Garðinum, sum er váðbingur.
    55 min
  • Petur Martin letur Kafé Mýri upp í Fámjin
    Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum er betri kendur frá tónleikinum, letur um fáar dagar upp kafé í Fámjin. Petur Martin, sum er klaksvíkingur, er leiðari fyri Musikkskúlan í sunnaru helvt í Suðuroynni, og hann hevur í nøkur ár búð í Fámjin, har hann keypti hús. Herfyri keypti hann eini hús afturat, og tey verða nú kafé. Umframt kaffi og okkurt afturvið, fer kaféin at servera fiskasuppu og onnur ting, ið geva mettuna.
    Fámjin er kend sum bygdin, har fyrsta føroyska flaggið hongur í kirkjuni. harafturat er vakra bygdin á vestursíðuni av Suðuroynni eisini kend fyri sítt góða vesturskin. Nógv fólk í Suðuroynni fara til Fámjins at síggja vesturskinið.
    Kaféin fer at eita Kafé Mýri og tað er av staðarnavninum har hon er. Petur Martin sigur, at málið hevur verið at lata upp 1. juli. Hann er ikki vísur í at hann klárar tað, men ið hvussu so er ætlar hann at kaféin verður latin upp tá árligi Túnadansurin verður í Fámjin leygardagin 4. juli.
    Her kanst tú hoyra innslagið, sum var í Summarmorgni í Útvarpinum týsmorgunin.
    11 min
  • Summarmorgun
    Ein av mongu áhugaverdu og viðkomandi sendingunum hjá útvarpinum er “Nert ikki við”, sum Anna Joensen-Næs hevur stílað fyri. Og í dag fer fyrsta sendingin í summar av barkastokki. Vit fregnast um sendingarnar, tá verturin Anna Joensen-Næs, og serfrøðingarnir Bjørt Lind og Svanna Jákupsdóttir siga frá.
    Stóri slóðbrótarin innan føroysku matstovuvinnuna og matmentanina, Leif Sørensen, er heiðraður við upptøku í “Hall of Fame”. Leif støkkur inn á gólvið miðskeiðis í sendingini.
    Í 1924 ferðaðist svenski fuglamálarin William Gislander í Føroyum og úrslitið gjørdist at hann málaði umleið 100 málningar av føroyskum landsløgum og djóralívi.
    Vit fáa vitjan av Solveig Hanusardóttir Olsen og Bernhard Schirg, ið eisini vil hitta føroyingar, ið vita um og ella eiga verk eftir Gislander.
    54 min
  • Summarmorgun
    Fríggjakvøldoð 3. juli verður ein heiðurskonsert fyri Stanley Samuelsen hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Vit skifta orð við Magnus Jørmundsson um tiltakið.
    Í næstum letur Petur Martin Johannesen upp nýggja kafé í Famjin. Okkara maður á túri, Tórður Mikkelsen, hevur verið á gátt.
    55 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners